Eg hugsi um teg... Ynski at liggja hjá tær. Undir tínari dýnu í tínari song í tínari íbúð í tínum ørmum. Smílandi tær í oyrað, hvussu feitt tað var. Tú fekk meg at koma. Og eisini at fara. Avstað. Av helviti til. Ikki til himmals sum allir hinir. Himmalin var ongantíð nokk. Teir vildu hava jørðina og universið og planetirnar. Og ekvator og horisontin og breiddagradirnar.
Og spæl! Teir vildu hava spæl. Onki mátti vera ektað. Bara tað sá gott út, so var restin líkamikið. Eg skuldi flenna. Hava tað stuttligt. Óansæð hvat spælið var, so mátti eg ikki vera ein ringur tapari. Mátti taka míni niðurløg sum ein maður og vera seksutt sum ein kvinna eigur at vera. Eg mátti ikki tosa. Ikki um nakað sum hevði týdning í hvussu er. Hvørki fyri meg ella teir ella verðina. Tos var bara tíðsfordrív. Onki mátti koma burturúr. Fyri Guds skyld – kom ikki til nakra niðurstøðu. Ert tú fratetandi ør í høvdinum? Tig við tær! Pínadoyð also...
Heldur ikki tankar mátti eg hava. Ikki uttan so at teir snúðu seg um teir. Eg skuldi altíð hugsa. Hugsa meg um, hugsa meg fram, hugsa meg aftur og upp og niður og út og inn. Bara ikki um meg sjálva. Tað var tað viktigasta. Teir høvdu also eisini eitt lív. Og tørv. Ongantíð hugsaði eg um teirra tørv. ”Eitt blowjobb um dagin, baby. Hø hø hø.” Fucking egoistiska bitch.
Sku eisini for galið. At eg var so sjálvupptikin. Eg skilti ikki meg sjálva. At eg altíð forsømdi teir. Hví fanin var eg so? Teir søgdu, at eg burdi farið í terapi. Tí teir kundu ikki hjálpa mær. Tað er bara ein sjálvur sum kann tað. Tað noyðist man at innsíggja. For helviti. Eg var jú vaksin. Hvat? Nøkur og tjúgu? Tá má man vera so mikið at sær komin, at man tekur sjálvsábyrgd. Upp á tíðina at man líkasum klippir nalvastrongin, heldur tú ikki? Liggja og dragast við barndómin. Teir høvdu eisini havt ein lort barndóm. Men teir brokkaðu seg ikki um tað. Tað var bara ein partur av lívinum. Líka sum alt annað. Teir skuldu í hvussu er ikki liggja og skítast við nakra svigermor. Tað mátti eg sjálv orna. Tað var mín mamma. Tað var so sára einkult. Tað var bara at siga nei. Tað kundi ikki vera so ringt. Eg hevði jú rætt til tað. Var sum sagt vaksin. Nei nei... At eg fann meg í tí! Óforstáiligt! Simpulthen! Oh my God sum kvinnur gera alt kompliserað.
Fortíðin. Hon var – av øllum – allíkavæl tað versta. Um eg ikki skilti, hvussu lítlar eg fekk teir at føla seg. Bara skræddi teirra mannliga stoltleika sundur. Hvat skuldu teir brúka tað til? At eg hevði havt so og so nógv mannfólk áðrenn teir? Og hví vildi eg vita hvussu nógv konufólk, teir høvdu havt? Tað er jú bara eitt tal. Hevði eg ikki altíð grenjað um, hvussu illa eg dugdi við tølum? Og hvussu tær sóu út. Og hvussu tær vóru. Sóu út? Vóru? Hvat meinar tú? Tær sóu gott út. Tær vóru fittar. Høvdu onki ilt at siga um tær. Teir gingu ikki við slatri. Fucking bindiklubbamentalitetur. Onki annað.
Men nógvar av teimum vóru nú also allíkavæl nakrar merir. Bara snýttu og bedrógu. Gingu aftan fyri ryggin á teimum og luskaðu. Tað væntaðu teir ikki, at eg fór at gera. Eg var øðrvísi. Eg var reell. Teir trúðu virkuliga upp á at eg var erlig. Og teir fóru so ongantíð at siga nakað ilt um meg við nakran. Tað hevði eg ikki uppiborið, sjálvt um eg hevði sært teir onkuntíð. Tað var eg alt for fitt til.
Allar hasar vinkonurnar eisini... Bara so langt úti. Hvørt nikk og prikk gjøgnumtaglast um teir. Nei. Mannfólk eru bara ikki soleiðis. Teir eru loyalir. Móti konuni. Og vinmonnunum. Tað sum hoyrir til privatlívið, hoyrir til privatlívið. Soleiðis er tað bara. Hvat fanin skal man ganga og tosa um tað við allar Føroyar til? Hjálpir tað kanska nakað? Loysir tað nakað problem? Tos tos tos. ”Gogg gogg gogg”, søgdu teir og eftirlíknaðu eini hønu við hondini. Og flentu øgiligt um onkur kammeratur var til staðar.
Nei fanin... Teir tímdu ikki at blanda alt og øll inn í teirra lív. Um eg hevði nakað útístandandi við teir, so var bara at siga tað. Teir vóru til at tosa við. Ha? Passar tað ikki? Eri eg so ræðuligur?
Nei. Teir vóru ikki so ræðuligir. Teir vóru so forbiðið fittir. ”Virkuliga so gott fólk. Tað ert tú also. Tað mást tú eisini trúgva upp á sjálvur.” Ja. Tað vistu teir væl. Grunnleggjandi eru øll fólk fitt, hildu teir. Tað nyttar ikki at hanga seg í bagatellir. Tað gera konufólk altíð. Um teir forstóðu, at man kundi tosa so nógv um so lítið. Ótrúligt. Men bara eg hugnaði mær, so var tað jú gott. Tað var eisini viktigt, at eg hevði eitt lív við síðuna av teimum. Eg kundi ikki bara dúvað upp á teir. Parforholdið. Sjálvandi var tað viktigt at tað fungeraði væl. Eisini sexlívið og tað. Men lívið hevur eisini onnur aspektir. Tað mátti eg forstanda. Hallo. Teir kundu ikki vera mítt lívsinnihald. Eg mátti royna at skapa mær eitt innihald sjálv eisini. Tað var ikki alt bara teori. Alt gott um romantikk. Tað var slett ikki tað. Men tað skuldi vera máti við. Teir elskaðu eisini meg. Tað visti eg jú væl. Men teir elskaðu eisini seg sjálvar. Sínar interessur. Høvdu brúk fyri at vera fyri seg sjálvar eitt sindur. Tað merkti ikki tað, at teir vóru troyttir av mær. Slappa av! Eg fari ikki frá tær. Tað ert tú alt for deilig til, he he. Kom heeeeer. Baby. Og fanin tú ert lekkur. Og mammasta. Tú ert so bleyt. Góða mussa meg. Mmmmm... Áh! Steiki! Tú hevur so deilig bróst. Hááááh! Set teg oman á meg. Ja! AAAAAAAAAAAA....
Men nú máttu teir also arbeiða. Lívið var ikki bara ljósareytt. Tað skuldu eisini pengar til. Man kann ikki bara sita á reyvini allan dagin. Hví fann eg mær ikki eitt arbeiði? Ella fekk onkra interessu? Eg var so talentfull. Og klók. Og alt møguligt. Synd at spilla tað burtur bara. Ja ja. Teir skiltu tað væl. Tað var ikki nemt. Forbiðið synd at eg hevði tað so hart. Men kundi eg ikki royna at fordjúpa meg í onkrum? Kanska tað hjálpti. Lesa eina bók. Ella ganga ein túr. Skriva!!! Tað dugdi eg so væl. Virkuliga góðar yrkingar, teir høvdu lisið hjá mær. Nei? Ok. Jamen hvat so? Hvat vilt tú hava meg at siga? Eg kann ikki siga nakað sum hjálpir. Kanst tú ikki fáa eitt sindur av perspektivi? Tú veitst hóast alt eitt sindur. Verðin er full av fólki, sum hava tað nógv verri enn tú. Tað eru fólk sum svølta. Hjálpir tað ikki at hugsa um tað?
Eg var so priviligerað. Men brúkti tað ongantíð til nakað. Moyforkelað. Tað var tað sum var galið við mær. Altíð fingið alt serverað frá mammu míni. Ikki sum teir. Teir vóru vanir við at gera tingini sjálvir. Og soleiðis burdi tað eisini verið. Um eg ikki var samd í tí? Tá teir vóru smáir var tað bara so! Onki snakk! Og tað føldist trygt, hildu teir. Um teir føldu seg elskaðar sum smáir? Ja. Tað hildu teir, teir kundu siga ja til. Also, tað bleiv ikki sagt hart. Og tað var ikki muss og klemm allatíðina. Men alt var stabilt. Ella so... Har var ongin slingur í valsinum. Tað var gott.
Ja ja. Teir vistu tað væl. Eg kundi ikki gera við, at eg hevði havt eina harða fortíð. Tað var ikki nemt hjá mær. Tað dugdu teir væl at síggja. Ikki skeg, at mamma mín var so. Og at pápi mín var so. Og at omma mín var so. Ikki nakað at belastað eitt barn við. Teirra persónligu problemum. Og at abbi mín var deyður. Tá hann nú var tann einasti, eg hevði. Og at eg hevði verið so einsamøll. Tað var ikki bara sum at siga tað. Man tosar jú ikki hart um slíkt. Ok? Tað ger man? Tú tosar nógv um tað við vinkonurnar? Jamen... Hjálpir tað ikki?
Jú, góði. Tað hjálpir. Tað er gott. Forbiðið gott. Veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan tær. Tær hava hjálpt mær so nógv. Eg havi tosað oyrini av teimum. Fingið so nógv góð ráð. Tað er fantastiskt. Eg skilji ikki, at tær orka meg. Máttu verið forbannað troyttar av mær. Men tær eru jú eisini so tolerantar. Ikki sum eg. Sum onki skilji. Sum ongantíð lurti. Bara snakki um meg sjálva. Tað er also heldur ikki nemt hjá øðrum. Lívið also. Eg eri ikki tann einasta sum havi tað ringt. Lívið er hart! Soleiðis er tað bara. Men man má royna at fáa tað besta burtur úr. Helt eg ikki eisini tað? Hanga seg í alt hatta har. Tað var í hvussu er tað einasta, sum ikki fekk meg víðari. Man má líkasum royna at skræða seg upp hvønn morgun. At goyma seg undir dýnuni gjørdi tað bara verri. Og eg kundi gott skift hasi songjarklæðini eisini. Tað vóru minst tveir mánaðir síðani. Forbannað ólekkurt.
Skuldi eg ikki til hasa samrøðuna í dag? Á Almannastovuni? Íesus, íesus, jú. Frata! Eg havi fullkomuliga sveittað tað út. Skít onki annað. Ná! Eg kann bara fáa eina nýggja avtalu. Ikki verri enn so... Skuldi eg so ikki bara taka og ringja beinanvegin? Jú. Tað høvdu teir nokk rætt í. Men tað var so ringt at taka seg saman til. Hati at ringja til almennar stovnar. Blívi altíð so ósikkur. Føli tað sum tey tosa niður til mín. Ja. Ok. Men tað skuldi eg bara skíta á. Fólk, sum eg ikki kenni allíkavæl. Mátti ikki lata meg sláa út so lætt. Ringja fyri meg? Nei. Ger tað sjálv. Tað er nógv betur. Ikki tí teir ikki vildu. Men væntaðu at eg fór at føla tað sum ein sigur aftan á. ”Eg vil gjarna hjálpa tær. Men eg vil ikki gera tað fyri teg.” Nei. Sjálvandi ikki. Tað var eisini tað mest fornuftiga. Eg skuldi nokk gera tað. Bara ikki í dag. Klokkan var allíkavæl eisini yvir trý. Í morgin. Mátti minnast til at skriva ein seðil til meg sjálva um tað, áðrenn eg fór í song. Ja! Søgdu teir. Góð idé. Tær hevði eg nógvar av. Hvørjum? Góðum idéum!!! Áhhh. Ja. Hildu teir tað? Ja. Absolutt. Kundi vera, eg skuldi føra tær út í lívið skjótt. Ha?
Ja. Heilt sikkurt.Tað geri eg eisini. Eg skrivi nógv. Til dømis. Droymi jú um at blíva forfattari. Tað vistu teir. Men forbannað ringt at fáa frið til. Skriving er ikki nakað, man bara ger. Tað er nakað... Hvussu skal eg forklára tað? Sum er í høvdinum... Sum man ger minst líka nógv, tá man ikki skrivar. Um tað annars gav meining fyri teir. Jú. Kanska. Nei. Tað skiltu teir ikki. Man skrivar, tá man skrivar, hildu teir. Eg kundi kanska seta tað í system. So eg fekk okkurt burtur úr hvønn dag. Arbeiði er ræðuliga viktigt. Tað pjøvist jú ikki at vera nakað, man tjenar pengar upp á. Men at gera okkurt. Alvorliga viktigt. Pengarnar fekk eg jú frá Almannastovuni. Ella faktisk samfelagnum. Sum teir betaltu skatt til. Forbannað súrt at arbeiða 8 tímar um dagin og betala helvtina í skatt. Sum fer til fólk, sum ikki tíma at arbeiða. Also. Teir meintu ikki við meg. Eg var ikki nassari. Tað var ok við mær. Tað forstóðu teir. Eg hevði eisini mítt at dragast við. Og teir vóru yvirbevístir um, at eg nokk skuldi finna okkurt. Men teir vóru fanin so illir inn á nassarar. ”Forbannað gott gjørt. At man skal liggja og stríðast alt lívið fyri onnursa skyld.” Ja ja. Men var tað ikki onkursvegna tað, lívið gekk út uppá, spurdi eg. Hvat meinar tú? Also at gera nakað fyri onnur. At vera ein partur av øllum. Ella so. Geva eitt sindur. Og fáa aftur.
Jú jú. Men tað hevði onki við sakina at gera. Hatta er bara undanførsla. Hvat? Hvat meinar tú hvat? Hvat er undanførsla? Áhhhh. Hatta við at geva og taka. Tað er romantikkur. Og bara fjas. Onki við veruleikan at gera. Nei. Eg lurti. Hvussu tá? Ja also... Teir góvu sanniliga eisini. Tað var tað, teir meintu. Arbeiddu fanin reyvina úr buksunum. Og góvu sanniliga sítt til samfelagið. Orkaðu ikki tankan um, at onnur bara sótu fyri onki. Nei. Eg skilji. Ikki skeg. Nú føldi eg meg ordiliga illa. Nei nei. Tað var ikki tað. Alt ok. Sindur strævið kanska onkuntíð. At eg bara sat. Hemmandi fyri teir onkrsvegna. Høvdu ringa samvitsku. Og tað kundi ikki vera meiningin.
Nei. Slett ikki. Umskylda. Tú hevur rætt. Eg skal nokk taka meg saman. ”Ikki umskylda.” Ok. Nei nei. Tað var eisini býtt. Eg var ok. Ha? Eg var fitt. Tað helt eg í hvussu er sjálv. Helt meg ikki hava gjørt nøkrum nakað. Hevði altíð havt góðar intentiónir. Særdi ongantíð nakran við vilja. Og vildi ikki vera hemmandi. Eg vildi vera glað. Sjálvandi vildi eg tað. Tað vilja øll. Eg vildi bara, at vit skuldu hava tað gott. Saman. Og hvør sær. Helst vera tað líkasum ”positiva innslagið” í teirra lívi. Jú. Teir skiltu. Og tað var eg eisini. Eg var deilig. Og klók. Tað besta, teir høvdu. Tann fittasta og lekrasta, teir høvdu havt. Heilt hundrað. Men hví fingu teir meg so at føla meg so illa? At føla meg í vegin? Áh Harra Jesus Kristus ikki...
”Tú ert ikki í vegin, for helviti. Eg elski teg. Fá tað inn!”
Ja.
”Tú ert so forbannað fitt. Álvara. Eg meini tað.”
Men eg var kanska for fitt? Tað spurdu teir um. Ja. Kanska.
”Men tú mást for fanin eisini skilja, at eg eri eitt menniskja.”
Ja.
”Eg kann ikki ganga dag og dagliga og bekrefta teg.”
Nei.
”Tú mást drepa tínar egnu demonir.”
Ja.
”Tú ert so herlig og stuttlig og alt møguligt. Og eg elski at vera saman við tær.”
Ja.
”Tað mást tú trúgva upp á.”
Ja. Men var eg enn tann lekrasta? Hugdu teir ikki eftir øðrum kvinnum? Og eftir porno? Og alt? Høvdu teir yvirhøvur hug á mær longur`Tað hevði eg ikki inntrykk av. Teir tóku onki initiativ longur. Sovnaðu bara, tá vit fóru í song um kvøldið. Numu ikki við meg longur. Mussaðu meg ikki eingongd góðanátt.
”Gu fanin havi eg hug á tær.”
Ja.
”Eg hugsi mega nógv um sex allatíðina.”
Ná!
”Við tær also. He he.”
Nááá. Ja. He he.
”Havi mega hug beint nú.”
Ja. Eg veit. Men hvat var tað, teir søgdu? (Nú oyðilegði eg alt. Endiliga ein intim løta. Og so skuldi eg absolutt snakka. Snakka hana í hel.)
”Ja. Eg veit. Men hvat var tað, tú segði?”
”Um hvat?”
”Um at bekrefta meg.”
”Bekrefta teg? ... Tað minnist eg ikki.”
”Nei. Tað undrar meg ikki. Typiskt mannfólk.”
”Hvat fanin meinar tú? Typiskt mannfólk! Hvat?”
”Minnast ikki, hvat teir tosaðu um, tí teir bara hugsa um sex!!”
”Fanin steiki, tú ert grov. Eg hugsi fanin ikki bara um sex. Men sjálvt um eg gjørdi, so var tað nokk ikki so løgið. Eg fái jú aldrin nakað.”
Nei.
”Nei. Men sikkurt oftari enn eg allíkavæl.”
”Hvar helviti meinar tú? Oftari? Eg fái onki ofta. Havi ikki verið ótrúgvur, viss tað er tað, tú heldur.”
Nei.
”Eg eri pissi hamrandi troyttur at at blíva mistonktur og beskyldaður allatíðina.”
Ja. Men kanska teir skuldu verið heima oftari so. Eitt sindur longri í senn. Og víst mær áhuga.
”Áhuga? Jesus Christ. Hvussu nógvan áhuga vilt tú hava? Tú verður ongantíð nøgd allíkavæl.”
Nei
”Eg tími fanin ikki hetta her. Eg fari í song. Ren meg. Heilt erligt!”
Ja.
”Ok. Góða nátt, góði.”
Eitt innetið, sarkastiskt smíl.
”Og helviti tú ert grov.”
Ja.
”Grov? Hvat fanin meinar tú? Hvat fanin havi eg nú gjørt?”
”Hatta smílið.”
Ja. Eg veit.
”Smílið? Hvat snakkar tú um?”
”Tú ert heilt forbannað órættvís. Veitst tú tað?”
Nei. Ja.
”Far nú for fanin bara í song. Gev mær frið. Tú dugir ikki at steðga, gert tú? Tú dyrkar drama.”
Teir øtaðust. Sá, teir knýttu nevarnar og taldu til tíggju. Eg var forbannað órættvís. Órímilig.